Filmshúsið, ið varð sett á stovn í 2017, skal standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu uppgávurnar, sum Filmshúsið skal standa fyri, eru:

– at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
– at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
-at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur
– at miðla samband millum filmsaktørar,
– at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
– at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.

Sí Løgtingslóg um Filmshús og kunngerð frá 2017

Løgtingslóg nr. 72 frá 29. mai 2017 um filmshús og Kunngerð nr. 108 frá 10. juli 2017 um filmshús  

Afturbering
Filmshúsið umsitur lógina um afturbering. Talan er um ein løgtingslóg um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum. Les meira um lógina og treytir her