Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djórasjúkur
Frágreiðing
Í lógaruppskotinum verða djórasjúkulistarnir fluttir úr lógini yvir í kunngerð um djórasjúkur. Hetta ger tað skjótari, smidligari og lættari at dagføra og umsita listarnar við djórasjúkunum.
Í lógaruppskotinum verður tað eisini nágreinað, hvørjar heimildir landsdjóralæknin hevur í løgtingslóg um djórasjúkur.
Harafturat verður ásett í lógaruppskotinum, at kærur um tiltøk, forboð og boð, sum landsdjóralæknin hevur tikið fyri at niðurberja ella basa djórasjúkum, sum eru vandamiklar og kunnu spreiða seg skjótt, ikki hava steðgandi virknað, í ávísum førum.
Hetta broytir ikki rættin til at kæra avgerðir hjá landsdjóralæknanum.
Ummælisfreist
01.02.2026Ráð
Tilfeingis- og vinnumálaráðiðSlag
LógaruppskotDagfesting
15.01.2026Samband
tvmr@tvmr.foTak niður
Uppskot Til Broytingarløgtingslóg Um Broyting Í Løgtingslóg Um Djórasjúkur(005)