Anordning for Færøerne om visse finansielle restriktive foranstaltninger over for personer, grupper, enheder og organer i medfør af De Forenede Nationers Sikkerhedsrådsresolutioner vedrørende terrorfinansiering og Nordkoreas (DPRK) atomprogram

Frágreiðing

Talan er um at seta í gildi ST-samtyktir, ið innihalda sanktiónsfyriskipanir, sum fevna um fíggjarøkið. Verða samtyktirnar settar í gildi fyri Føroyar, hava tær við sær fíggjarligar sanktiónir ímóti ávísum londum og bólkum. Sanktiónirnar hava til endamáls at ávirka atburðin og politikkin hjá teimum tjóðum og bólkum, sum sanktiónirnar eru galdandi fyri. Harafturat verða sanktiónir eisini galdandi fyri stuðul til yvirgang.

Sanktiónsfyriskipanirnar skulu raka Al-Qaeda, ISIL, Taliban, Norðurkorea og bólkar, felagsskapir og einstaklingar, ið veita stuðul til yvirgang.

Sanktiónsfyriskipanirnar fara m.a. at fevna um at frysta ognir, seta forboð fyri at lata pening vera tøkan og áseta krøv um fíggjarliga yvirvøku og fráboðanir.

Ummælisfreist
20.01.2026
Ráð
Tilfeingis- og vinnumálaráðið
Samband
tvmr@tvmr.fo
Tak niður
Anordning Færøerne