Mikudagin 7. januar var Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, á vitjan hjá Búnaðarstovuni.
Vitjanin fór fram á royndarstøðini í Kollafjarðadali, har Búnaðarstovan heldur til.
Landsstýrismaðurin fekk høvi at heilsa uppá fleiri av starvsfólkunum á Búnaðarstovuni, sum greiddu frá øllum teimum ymisku uppgávunum, sum stovnurin hevur. Búnaðarstovan umsitur alla ta almennu landsjørðina og landbúnaðarlóggávuna. Harafturat ger Búnaðarstovan landbúnaðarroyndir og ráðgevur fyritøkum og borgarum um landbúnaðarviðurskifti.
Landsstýrismaðurin vísti, á at Búnaðarstovan hevur ein týðandi leiklut at virka fyri, at nýggi landbúnaðarpolitikkurin verður til veruleika.
- Landbúnaðurin er ein týðandi partur av okkara matvørutilfeingi og okkara mentan. Tað er ein frægd at síggja, hvussu væl tey, sum virka innan landbúnaðin, gagnnýta náttúrutilfeingið, sum tey umsita.
Á myndini eru Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, og Tróndur Gilli Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni.