Týsdagin var Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, á vitjan á Vinnustovninum, sum heldur til í hølum á Skálatrøð í Tórshavn.
Vinnustovnurin er ein samanrenning av Kappingareftirlitinum, Tryggingareftirlitinum, Fjarskiftiseftirlitinum, Posteftirlitinum, Skráseting Føroya og Útlendingastovuni. Harumframt heldur Brúkaraumboðið eisini til í hølunum hjá Vinnustovninum. Undir vitjanini fekk landsstýrismaðurin høvi at heilsa uppá fleiri starvsfólk, sum kunnaðu um tær fjølbroyttu uppgávur og tænastur, sum Vinnustovnurin veitir einstaklingum, stovnum, fyritøkum og virkjum.
Á myndini er Eirikur í Jákupsstovu saman við Jógvani Thomsen, stjóra á Vinnustovninum.