Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 11 nýggjar verkætlanir av játtanini Fiskivinnuroyndir.
Harumframt er framhaldandi játtan latin 11 verkætlanum, sum eru byrjaðar í 2006[1] og 2007, sí fylgiskjal 1.
Tilsamans fáa 22 verkætlanir játtað stuðul íalt 8.464 kkr. harav 4.999 kkr. fyri 2008.
21 nýggjar og 11(+1) framhaldandi verkætlanir ella tilsamans 32(+1) verkætlanir søktu upprunaliga um tilsamans 15,6 mió. kr., harav 10,0 mió. kr. í 2007. Færri umsóknir vóru í 2008 (32+1) enn í 2007 (39), men positivt var, at fíggjarstyrkurin, sum hesar søktu frá FVR, var undir helvtina av samlaða kostnaðinum (42-43%) í 2008. Í 2007 søktu umsøkjararnir um ein reiðiliga stóran part av samlaðu fíggingina frá FVR (2/3).
Umsóknirnar hava verið viðgjørdar eftir sama leisti sum undanfarin ár, men endaliga viðgerðin hevur verið nógv seinkað, tí FVR er knýtt at árligu játtanini á fíggjarlógini, og hendan hevur verið nógv seinkað í ár. Vanliga er stýrið liðugt við innstillingarnar fyri nýggjárs. Stýrisbólkurin hevur ikki kunnað tikið endaliga støðu til verkætlanirnar fyrr enn fíggjarlógin varð endaliga samtykt av løgtinginum[2]. Mannagongdirnar fyri viðgerðini eru lýstar á heimasíðuni www.fvg.fo.
Seinnu árini hevur verið dentur lagdur á at fáa vinnufyritøkur at luttaka meira í verkætlanum. Serligur dentur var aftur í ár lagdur á at fáa verkætlanir innan ásettu 5 høvuðsøkini, men sum samstundis kundu lýsa og loysa praktiskar trupulleikar at fáa alla veiðu til høldar (fisk, livur, rogn innvølir vm).
Í ár hava vinnufyritøkur fingið 40% (39% í fjør) av játtanini, meðan almennir stovnar[3] hava fingið 26% (35% í fjør). Ein postDoc-verkætlan verður stuðlað á Fróðskaparsetrinum, og er hon íroknað tølini fyri almennar stovnar.
PhD verkætlanir hava fingið fjórðingin ella 25% av játtanini (móti 23% í fjør).
Granskingarkjarnurnar, sum Fiskimálaráðið setti á stovn fyri knøppum 5 árum síðani, hava fingið 9% av játtanini (móti 3 % í fjør). Granskingarkjarnan fyri Biotøkni hevur síðani 1. aug. 2008 húsast á Náttúruvísindadeildini.
Samanborið við 2004-2007 sæst, at vinnufyritøkur fáa játtað 40% ella nakað minni enn helvtina av peninginum í 2008 (40% í 2008 og 39% í 2007). Mett verður, at ynskiligt hevði verið, at hesin parturin var størri í ár, so hetta var meira í tráð við tey endamál, vit hava arbeitt eftir seinnu árini. Ætlanin er at fáa hækka góðskuna á umsóknunum í 2009. Kortini ber til at siga, at góðskan á umsóknunum er nógv batnað seinastu árini, og í ár varð mett at bert ein umsókn ikki fall innan økini, sum FVR stuðlar (í fjør vóru tað 8!).
Játtanin til PhD verkætlanir og post Doc[4] er økt reiðiliga nógv. Ein vinnugranskari verður somuleiðis stuðlaður komandi 3 árini. Somuleiðis er játtanin til verkætlanir hjá teimum 3 kjarnunum (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðskapstøkni) hækkað eitt sindur aftur í 2008.
Játtanin til aðrar “almennar stovnar”, sum hækkaði eitt sindur í fjør er fallin aftur og er nú umleið fjórðingurin av játtanini.
Bert ein vinnugranskaraverkætlan verður stuðlað í løtuni. Ynskiligt er, at vinnan nýtir hendan møguleika at “slúsa” granskarar inn í virkini (FVR endurrindar 50% av kostnaðinum, tó hægst 300.000 kr. árliga í upp til 3 ár).
Fylgiskjal 1: Verkætlanir 2008 | |||
Id. | Navn | Játtað 2008 | |
Framhaldandi verkætlanir | 2.571.768 | ||
200601911 | DEGREE | A | 96.750 |
200600029 | Vistfrøðiligur-búskaparligur myndil -Fiskivinnumyndil | A | 400.000 |
200600030 | Gulllaksur | A | 150.000 |
200600031 | Kanning av koralløkjum | A | 417.000 |
200600034 | Stórmeskaðum flótitrolum -(PhD) | PhD | 95.000 |
200600861 | Árinskanningar skjeljar | V | 305.000 |
200600038 | Góðskumeting av ráfiski | V | 220.000 |
200600033 | Collagen and Gelantin from Faroese Fish (PhD) | PhD | 300.000 |
200600881 | Heilsuárin av sjómati (PhD) | PhD | 80.000 |
200601891 | Sustainable managment (PhD) | PhD | 250.000 |
200601897 | Sjóstøðu ávaringarskipan (PostDoc) | pD | 258.018 |
Nýggjar verkætlanir | 2.427.270 | ||
200700669 | Snurriváð | V | 220.000 |
200700681 | Gagnnýtsla av innvølum | V | 250.000 |
200700670 | Svartkjaftarist | V | 180.000 |
200700673 | Kongafiskatrol | V | 100.000 |
200700676 | Sandeel on the Faroe Shelf (ætlandi PhD) | PhD | 437.270 |
200700692 | DNTS | V | 500.000 |
200700690 | Livandi Upsi | G | 360.000 |
200700684 | Veiðudagbók | V | 100.000 |
200700674 | PBP-Fra peptoner til Bioaktive Peptider (Vinnugranskar) | V | 100.000 |
200700687 | Livratøka | G | 100000 |
200700685 | Góðskuoptimering trolfiskur (PhD) | PhD | 80000 |
DEGREE: Development of fishing Gears with Reduced Effects on the Enviroment
DNTS: Digital National Traceability System
Styttingar:
V: Vinnuverkætlanir
Phd: PhD-verkætlanir.
pD: Post Doc-verkætlan (er her íroknað almennar verkætlanir)
G: Granskingarkjarnurnar (biotøkni, framleiðslutøkni og reiðsskapstøkni)
A: Almennar verkætlanir
Býtið í procentum | 2004 | 2005 | 2006 | 2007 | 2008 |
Vinnufyritøkur | 2.045.005 | 2424500 | 2.185.100 | 1.975.000 | 1.975.000 |
PhD | 378.000 | 800.000 | 1.139.000 | 1.242.270 | |
Granskingarkjarnurnar | 481.250 | 450.000 | 641.000 | 150.000 | 460.000 |
Almennir stovnar (íroknað PostDoc) | 2.453.750 | 1.772.000 | 1.377.000 | 1.737.768 | 1.321.768 |
Tilsamans | 4.980.005 | 5.024.500 | 5003100 | 5.001.768 | 4.999.038 |
[1] Ein gongur aftur til 2005
[2] 2. og 3. viðgerð fór fram fríggjanáttina og leygarmorgunin 30.-31.mai 2008.
[3] FRS og Fróðskaparsetur Føroya
[4] 6 PhD og 1 PostDoc verkætlan verða stuðlaðar av Fiskivinnugransking (ofta stuðlar Granskingarráðið nakrar av hesum eisini. Somuleiðis verður 1 vinnugranskaraverkætlað stuðlað av FVR í løtuni.