Vinnuframi og íverksetan
Í Føroyum er skjótt og rættiliga einfalt at seta fyritøkur á stovn, og arbeitt verður støðugt við at bøta um karmarnar hjá íverksetarum. Eisini eru fleiri vinnuframaskipanir, ið virka fyri at stuðla upp undir íverksetan, nýskapan og útflutningi. Bæði landið og kommunur gera átøk fyri íverkstan.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið varðar av fylgjandi vinnuframaskipanum:
Vinnuframagrunnurin er almennur grunnur, ið veitir stuðul til íverksetan, nýskapan og menning og útflutningsátøk. Vinnuframagrunnurin hevur eisini skipað karmarnar, ið rúma biotøkniliga granskarasetrinum iNOVA.
Framtaksgrunnurin veitir íløgufígging og ábyrgdarlán til nýggjar og verandi føroyskar fyritøkur. Framtaksgrunnurin hevur tikið lut í fleiri nýskapandi verkætlanum umframt umskipan av verandi fyritøkum.
Íverksetarahúsið virkar fyri at kveikja íverkstan kring landið. Íverkstarahúsið verður stuðlað av landinum, Klaksvíkar kommunu og vinnuligum stuðlum.
Invest in the Faroes er átak hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum hevur til endamáls at leiðbeina útlendsum íleggjarum, ið hava áhuga fyri Føroyar.
Filmshúsið er stovnur ið hevur til endamál at stuðla føroysku filmsvinnuni og at marknaðarføra Føroyar sum filmsland.
Tónleikaútflutningsstovan, FMX, er stovnur sum virkar fyri útflutning av tónleiki framleiddur í Føroyum.
Skapandi vinnur
Landsstýrið hevur sett út í kortið ein politikk fyri skapandi vinnur. Politikkurin hevur til endamáls i at stuðla upp undir stóru menningini í skapandi vinnnunum.
Í politikkinum eru ein røð av átøkum, sum ætlanin er at fremja komandi árini, eitt nú at skipa eitt føroyskt Fab Lab, at seta á stovn Filmshús og at gera eina afturberingarskipan til filmsframleiðslu í Føroyum.